Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

Porkeris Kommuna

Við Á  8

FO-950  Porkeri

Tlf:  37 36 03     Fax: 37 46 03

E-mail :  porkeri@porkeri.fo

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

                                                                                                                                                        18 maj 2006

 

BEST RØKTA BYGD 2006

  

Sum flest øllum kunnugt hevur Ferðaráð Føroya boðað frá, at í ár verður skipað fyri tiltakinum “ Best Røkta Bygd 2006 “. Porkeri hevur ongantíð meldað til hetta tiltak, men í ár hevur Bygdarráðið samtykt at melda til, og tí verður hetta skriv sent til øll húski í bygdini.

 Endamálið við tiltakinum ” Best Røkta Bygd ” er at vekja áhuga fyri føroysku náttúruni og umhvørvinum. Tiltakið skal menna ein hugburð við ansi fyri náttúru- og mentanarvirðum. Hetta merkir at farið verður væl um, og at náttúran verður vird, sum hon er, og at umhvørvisviðurskiftiðeru í lagi.

 Tá vit hava meldað til, so er tað ikki tað sama, sum at vit verða best, men vit kunnu øll hvør í sínum lagi gera sítt til, at vit fáa eitt gott úrslit, sum vit so øll kunnu fegnast um.

 Hvat kunnu vit so gera ? 

·        Hava reint rundan um húsini og prýða um húsini.

·        Ikki tveita órudd frá okkum.

·        Nýta ruskíløtuni.

·        Læra børnini ikki at kasta nakað frá sær.

·        Ikki tveita plastikposar í ella uttanfyri bygdina.

·        Órudd á tráðum má takast burtur.

 Eins og árini frammanundan verður skipað fyri ruddingardegi, men nær hann kann verða, verður kunngjørt seinni. Skúlanæmingarnir fara eisini at taka upp tað, sum liggur fram við og á vegnum.

 Vónandi fáa vit eitt gott úrslit, men tað gerst best, um vit øll hvør í sínum lagi gera sítt til at prýða um bygdina.

 Ein metingarnevnd kemur um mánaðarskiftið mai/juni, og ger hon eina heildarmeting av bygdini. Hugt verður eftir vegir, fjøra, áir, áarinntøk við veg og rennur, eru reinog ruddilig, og um tún og onnur privat uttandura øki eru hildin rein og snøgg.

 Úrslitið av ” Best Røktu Bygd” verður kunngjørt tann 28. juni 2006.

  

Við heilsan

Porkeris Bygdarráð

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo