Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp
Mat vegleiðing

 

 

Mattænastan  

Nú Porkeris Bygdarráð og Vágs Býráð hava sett á stovn Sosiala Deild, er skipa so fyri, at pensionistar og onnur, sum hava tørv á tí, fáa døgurða koyrdan til dyrnar allar dagar uttan leygardag og sunnudag. Henda tænasta hevur virkað í Vági í eina tíð.

Døgurðin kostar 30,00 kr. og kemur frá køkinum í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Matskrá fáa tygum annan hvønn fríggjadag galdandi fyri tvær vikur.

Vilja tygum geva avboð um døgurða, verða tygum biðin um at siga frá í seinasta lagi tveir dagar frammanundan á tlf. 37 34 38.

Um onkur hevur tørv á hesi tænastu, skulu tey venda sær til Sosialu Deild

 

Bestu heilsur

Heimarøktin og Porkeris Kommuna.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sosiala Deild

Porkeris & Vágs Kommuna

við Á 8 - 950 Porkeri

Tlf:  37 36 04   - 22 67 04

Fax:  37 46 03

T-post:  sosialadeild@email.fo

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo