Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp
Myndir frá degnum

 

 

 Ruddingardagur

     

Bygdarráðið  hevur gjørt av,  at hava almennan ruddingardag  leygardagin 23. mei 2009.

Byrjað verður í skúlanum kl 9.30 við rundstykkjum og kaffi.

Farið verður runt  bygdina, at takað leyst pappír, plastikposar og órudd,v.m.
Fólk kunnu seta burturkast út til vegin.

Bygdin hevur altíð verið vælhildin, og skulu vit framhaldandi náa góð úrslit, er neyðugt hvør einstakur okkara ger sítt til at prýða um bygdina.

Kl. 13.00 savnast vit aftur  í skúlanum har kommunan  gevur ein plantupakka til hvørt húskið.
Vit gleða okkum, at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt tiltak ið gagnar okkum øllum.  

Vinarlig heilsan

Porkeris Bygdarráð

Mikkjal,       Andreas,       Rannvá,       Eyðolf,       Eli.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo