Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Betania Samkomuhúsið hjá Brøðrasamkomuni í Porkeri. Tá skotin, William Gibson Sloan, koma til Føroya í 1865, og byrjaði at prædika evangeliið kring oyggjarnar, byrjaðu nýggjar samkomur, ið valdu at standa uttan fyri fólkakirkjuna, at taka seg upp. Á jólum í 1905 vóru møtir hildin inni hjá Jóan Paula við Neyst í Hvalba. Hesi møtir vórðu væl vitjað, og komu mong til umvending har, eisini onkur porkeningur, ið var staddur í Hvalba tá.
Møtini hildu síðan fram í bygdunum í Suðuroynni, og fyrst í februar í 1906 komu Napoleon Andreasen í Dali og Jóan Pauli Thomsen við Neyst til Porkeris at halda møtir. Møtini vóru í skúlanum, og komu fleiri til umvending, og fleiri teirra blivu sum frá leið doypt. Eftir hetta byrjaðu tey at savnast regluliga til møtir. Í 1907 varð fyrsti salurin bygdur í Porkeri, og var hann í Skemmutúninum, har sum tríkanturin er í dag. Salurin, ið fekk navnið Betania, var millum fyrstu samkomuhús hjá “Brøðrunum” her á landi, ið vórðu bygd uttan fyri Havnina. Í 1921 var annar salurin tikin í brúk, og var hann á sama staði, sum hin fyrri. Men í 1971 varð  hesin salur tikin niður av tí, at nýggjur vegur varð gjørdur gjøgnum bygdina, og stóð salurin í vegin, og mátti tí verða fluttur. Núverandi salur, sum er tann triðji í røðini, stendur undir Gjørðabrekku, og  er tað stutt haðani, ið hinir stóðu. Hann varð  tikin í nýtslu í 1975, og er hann væl størri enn hinir báðir fyrru salirnir. Eisini er kjallarin innrættaður við einum minni sali og køki.    Regluligu møtini í salinum Betania eru hesi: Sunnudag kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans.    --------- Kl. 11.50 Drekkamuður í kjallaranum. Sunnudag kl. 12.15 Felags sangløta í salinum.    --------- kl. 12.30 Møti í salinum.    --------- kl. 12.30 Sunnudagsskúli í kjallaranum. Tórskvøld kl. 20.00 Bønarmøti.