Dagrøktin
varð sett á stovn 1 aug. 1997, aftaná áheitan á kommununa frá
foreldrunum.
Frá
1997 til ár 2000 var barnatalið millum 8 -10 børn í dagrøktini, og tað
vóru tveir dagrøktarar í starvi. Í
hesum tíðarskeiði høvdu vit eina kjallaraíbúð til spælistovu.
Men síðan ár 2000 og til d.d. hevur barnatalið ligið millum 18 - 22 børn, so í løtuni eru 4 dagrøktarar í starvið.
Í
2002 fingu vit eini gomul hús frákommuni
at nýta til spælistovu fyribils.
Hetta vóru øll sera fegin um, tí
her var gott pláss, og fingu
vit gjørt alt innan so barnavinarligt
sum gjørligt.
Í
2003 varð eitt foreldraráð valt, og tey
hava saman við øllum foreldrunum hjálpt
ógvuliga væl til at gera ábøtur í spælistovuni.
Annars
er ein reglugerð fyri dagrøktina, hvar allir upplýsingar um dagrøktina
finnast, og hesa reglegerð
fáa
foreldrini tá børn teirra verða tilmeldað.
Í Apríl
2006 flutti spælistovan í nýggj høli. Kommunan keypti fyri kortum
bygningin, sum Suðuroyar Sparikassi átti í Porkeri, tí teir góvust
við virkseminum her í bygdini. Bygningurin er umvældur til endamálið
og lýkur øll krøv, sum brunaumsjónlandsins setti.




Leiðari: Anita
Vestergaard