Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
F R Á B O Ð A N. Sagt verður hervið frá,  at fólkatingsval verður tórsdagin 18. juni 2015. Atkvøtt verður valdagin  í skúlanum í Porkeri í tíðarskeiðinum kl. 9.00 til 20.00, tá stongt verður, um ikki fleiri veljarar vísa seg á valstaðnum eftir hetta. Heitt verður á veljarar um at hava valkortið við á valstaðið, tá atkvøtt verður. Valkortini verða send við postinum síðst í næstu viku. Teir veljarar, ið vegna sjúku ella ellisbrek, og sum av hesi orsøk ikki kunnu koma at greiða atkvøðu á atkvøðustaðnum valdagin, kunnu atkvøða heima. Hetta má verða fráboðað til valnevndarformannin Lars Djurhuus á tlf. 211603 ella á tlf. 373745 í seinasta lagi týsdagin 16. juni 2015 klokkan 18.00. Porkeri, tann  4. juni 2015. Lars Djurhuus, valnevndarformaður.