Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
F R Á B O Ð A N. Sagt verður hervið frá, at fólkatingsval verður ónsdagin 5. juni 2019. Atkvøtt verður skúlanum í Porkeri í tíðarskeiðinum kl. 9.00 til 20.00, tá stongt verður, um ikki fleiri veljarar vísa seg á valstaðnum eftir hetta. Heitt verður á veljarar um at hava valkortið við á valstaðið, tá atkvøtt verður. Valkortini verða send við postinum. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá. Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini, til og við 3. juni 2019. Teir veljarar, ið vegna sjúku ella ellisbrek, og sum av hesi orsøk ikki kunnu koma at greiða atkvøðu á atkvøðustaðnum valdagin, kunnu atkvøða heima. Hetta má verða fráboðað til valnevndarformannin Eilin Hovgaard á tlf. 573520 í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019 klokkan 16.00. Porkeri, tann 20. mai 2019. Eilin Hovgaard, valnevndarformaður.