Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Vælkomin
Kommunan
Gøtunøvn
Kunning 2013
Tænastur
Kirkjan
Fornminnafelagið
Leinkjur

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Porkeris Fornminnafelag varð stovnað 1. apríl 1996. Endamál felagsins var frá fyrsta degi at vekja ans fyri fornminnum í Porkeri, at seta á stovn bygdarsavn og at vekja ans fyri forngripum og stuðla innsavning av teimum.

Í nevndini fyri Porkeris Fornminnafelag eru eftir aðalfundin 8. apríl 2005: Magnus Hansen, formaður, Zacharias Bech, næstformaður, Mannbjørn Olsen, kassameistari, Mortan Holm og Tóki Brattalíð.

Porkeris Bygdarsavn er ein sjálvognarstovnur, sum Føroya Landsstýri góðkendi sum ein stuðulsøkjandi stovn tann 19. mars 1997.

Endamálið hjá Porkeris Bygdarsavni er at fremja varðveitingararbeiði hjá Porkeris Fornminnafelag av fornminnum og forngripum, at savna forngripir, merkja og skráseta teir við øllum upplýsingum, sum møguligt er at fáa til vega og at seta upp siðsøguliga framsýning.

Porkeris Bygdarsavn lýkur treytirnar í løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 við seinni broytingum um bygdasøvn við mentanarligum virksemi.

Nevndin í Porkeris Fornminnafelag og Sveinur Bech, sum er  kommunalt umboð, manna stýrið í Porkeris Bygdarsavni.

Porkeris Bygdarsavn eigur Gamla Skúla, sum varð bygdur í 1888, og ognina Í Eystrum, sum hevur verið elligamal bústaður í Porkeri. Í Eystrum eru sethús, sornhús og fjós.

Gamli skúlin er liðugt umvældur, og eitt savn við gomlum lutum og myndum er sett upp. Savnið hevði opið ávísar tíðir seinasta summar. Í ár er avgjørt, at hava opið frá juli - septembur, sunnudagar frá kl. 14.00 - 17.00 Kostnaður fyri at síggja savnið er 20 kr.

Tað ber tó altíð til at seta seg í samband við Torgir Strøm á telefon 37 31 76  og gera avtalu um at sleppa inn.

 

 

                                   

              

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo