Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

Kelda: Vágs Bóltfelag  

Mannbjørn Olsen, Porkeri, hevur latið heimasíðuni tvær myndir.

Kanska eru tær søguligar, tí - okkum vitandi - var hetta fyrstu ferð, at porkeningar mannaðu eitt heilt fótbóltslið.

Liðið var tilmeldað og spældi í landskappingini 1989. Hvussu gekst liðnum stendur ikki so frammarliga í minninum, men tað er í øllum førum greitt, at liðið byrjaði í 4. deild, og har var tað verandi :)

Av praktiskum grundum varð liðið meldað til sum partur av VB og æt VB 4.deild b. 

PÍ ella VB 4.d.b spældi eitt ár ella tvey. Deildin var tá skipað sum økiskapping, so mótstøðuliðini vóru VB a, TB, Sumba og Royn, har besta liðið skuldi norðureftir at leika, men so langt komu porkeningar vist ikki ta ferðina. 

Fótbóltsgleði og gott samanhald vóru nokk fremst í hesi ætlanini, og tað eydnaðist væl, men nú er alt bara minnir. 

Myndin: aft.fr.v: Sigmund Fredriksen, Jens Petur Brattalíð, Marner Tausen, Birgir Djurhuus, Zakaris Dimon, Danjal Petur Djurhuus,

Fremst fr.v:: Páll Veihe , Danjal Johannes Petersen, Eyðolf Bech, Eliesar Finnsson og Mannbjørn Olsen (Óli í Hjøllum spældi eisini við)

Búnunum syrgdi Jens Petur fyri, og kanska eru teir eitt hugskot til tey, sum onkuntíð í framtíðini duga at síggja tað skilagóða í mennandi samstarvi í oynni.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo