Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Húsið við Á. “Húsið við Á” er bygdarhúsið í Porkeri. Kommunan keypti ein gamlan møbilhandil og bygdi hann um. Húsið er í tveimum hæddum og kann leigast út til ymisk endamál. Ein nevnd hevur um hendi dagliga raksturin. Í niðara hæddini er hølið við borðum og stólum, har borðreiðast kann til 40 – 45 fólk. Ein lítil køkur er til hetta høli. Í niðaru hædd er WC  inn frá ganginum. Í endanum av húsunum er alment WC, sum hevur egna inngongd. Har eru tvey WC, eitt vanligt og eitt við brúsu til fólk við breki. Breið og góð trappa er upp á ovaru hæddina. Á ovaru hædd er hølið við borðum og stólum, har borðreiðast kann til 80 fólk. Á ovaru hædd er eisini stórur og góður køkur, sum er góðkendur av myndugleikunum. Í húsinum er alt, sum hoyrir til, um tú skal matgera og borðreiða. Í hesi 7 árini, “Húsið við Á” hevur verið í nýtslu, hevur tað verði nógv brúkt,  120 – 150 ferðir um árið, til barnadóps-, konfirmatións-, og føðingardagsveitslur, umfram aðrar veitslur. Skeiðsvirksemi hevur eisini verði í húsinum. Internet er í húsinum, uppvarpari, og televarp til stórskíggja. Eisini ber til at leiga húsið til bólkar, sum ynskja at liggja nátt. Húsið eigur soviundirløg. Kostnaður fyri at leiga húsið er: Alt húsið                kr. 1.500,00 Niðara hølið          kr.    500,00 Um áhugi er at leiga “Húsið við Á” ber til at ringja til formannin Zacharias Bech á tlf. 599226.