Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

Jólaheilsan frá bygdarráðnum

Vit fara á okkara nýggju heimasíðu at nýta høvi til at senda eina jólaheilsan til bygdarfólkið og annars til øll tykkum, sum gera brúk av heimasíðuni.

Eins og undanfarin ár skipaði bygdarráðið fyrst í hesum mánaðinum fyri jólatræshaldi í Skemmutúninum, har jólatræið varð tendrað. Hetta varð sum altíð ein hugnalig løta, har nógv fólk var samankomið. Umframt felagssang luttók streingjakórið, sum setti sín serliga dám á kvøldið. Eli Frederiksen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin, og Anna Djurhuus, varaborgarstjóri, hugleiddi um jólini og jólaboðskapin. Fyri eisini at gera kvøldið spennandi fyri tey smáu varð avtala gjørd við brandmeistaran í Vági um at koyra jólamenninar til Porkeris í brandbili. Jólamenninir vóru blíðir og høvdu pakkar við til øll. Aftaná vóru øll boðin niðan í skúlan, har borðreitt varð við kakao og bollum. Ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til við hesum væleydnaða tiltaki.

Nú desember er um at vera runnin, og jólaaftan nærkast, fari eg vegna bygdarráðið at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár og takka fyri tað farna.

Heilsanin er eisini til tey, sum av ymiskum orsøkum ikki kunnu halda jól heima.

Bestu heilsur

Eli Frederiksen

borgarstjóri   

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo