Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

Týskvøldið 4. desember var hugnakvøld í skúlanum í Porkeri fyri fólki 60 ár og eldri. Hetta er fyrstu ferð skipað varð fyri jólahugna fyri eldri porkeningum.

Tað møtti eini 40 fólk til hugnan har m.a. tvøramaðurin Einar Larsen, abbasonur skómakaran Lars Larsen, sum var porkeningur, greiddi frá um abba sín, skiparan Lávus á Høvda, blikkenslagaran Poul Poulsen og um bókbindaran D.J. Magnussen, sum allir vóru porkeningar, men búðu á Tvøroyri.

Jógvan Midjord setti dám á felagssangin við harmonikuni og skúlagenturnar gingu Lusia-gongd fyri ommum og abbum.

Salmundur Bech vísti myndir frá gerandisdegnum umborð á “Porkeningi” í Grønlandi í 60-unum.

Tiltakið eydnaðist sera væl, og áhugi er fyri at taka táttin upp aftur komandi ár.

 

 

Myndir & tekstur:   Mannbjørn Olsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo