Porkeris kommuna
Porkeris kommuna. Stødd 13,6  km2  Fólkatal  31-12-13:    311 Ymsar metingar eru um, hvussu gomul bygdin er, men roknast kann við, at hon er millum elstu bygdir í Føroyum, tí fyrstu ferð navnið Porkeri kemur fyri, er í Hundabrævinum umleið 1350, har nevnt verður, at í Porkeri skal vera ein seyðahundur. Hvør upprunin til navnið Porkeri er, eru ymsar sagnir um. Tann mest kenda man vera tann, at tá fyrsti maður, ið búsettist í Porkeri, fór at velta jørðina, kom hann fram á purkur í moldini. Søgnin sigur, at Hovgrímur høvdingi í Hovi skuldi hava havt svínagerði her á staðnum, og at tað vóru purkur av hesum svínum, ið fyrsti niðursetumaðurin fann. Tí gav hann plássinum navnið Purkurgerði, ið seinni er blivið til Porkeri. Tá fólkateljing var í árinum 1801 búðu 95 fólk í Porkeri, húsatalið var tá 16 í hesum býlingum: Uttan Heyga, í Nýjagørðum, í Gjørðum, í Eystrum, undir Homrum, við Geil, við Á, á Klova, í Bøkkum, og á Heyggi. Síðan fólkateljingina í 1801 er fólka- og húsatalið vaksið munandi, og nógvir býlingar eru komnir aftrat. Tað mesta, ið fólkatalið hevur verið, var í 1950, tá 461 fólk búðu í Porkeri. Eftir hetta minkaði fólkatalið so líðandi fyri síðan at vaksa aftur í 70unum og 80unum. Í 1990 búðu 421 fólk í Porkeri, men síðan minkaði fólkatalið aftur og er nú komið niður á umleið 350.
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo