Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
F R Á B O Ð A N. Sagt verður hervið frá, at kommunuval verður týsdagin 8. november 2016 í Porkeris kommunu. Atkvøðugreiðslan er í Porkeris skúla og byrjar kl. 10.00 fyrrapartin og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Vallistin til bygdarráðið liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit tíðarskeiðið 4. okt. 2016 til og við 25. okt. 2016. Um onkur veljari av einari ella aðrari orsøk ikki er við á vallistanum eigur at verða sagt frá, áðrenn framløgutíðin av vallistanum er úti. Valevnislistarnir eiga at vera valnevndarformanninum Lars Djurhuus ella kommununi í hendi í seinasta lagi 18. oktober 2016 kl. 18.00 og eiga at verða avhendaðir av einum stillara. Á hvørjum valevnislista skulu í mesta lagi vera 9 valevni, og sum eigur at vera undirskrivaður í minsta lagi av 10 og í mesta lagi av 25 stillarum. Valkort verða send veljarunum í seinasta lagi 25.okt. 2016, og skulu havast við á valstaðið, tá valt verður. Porkeri, tann 4. oktober 2016. Lars Djurhuus, valnevndarformaður.