Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
F R Á B O Ð A N. Tað verður hervið gjørt kunnugt, at sambært skrivi frá Innlendismálaráðnum verður kommunustýrisval týsdagin 8. november 2016 í Porkeris kommunu. Atkvøðugreiðslan er í Porkeris skúla og byrjar kl. 10.00 fyrrapartin og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Teir veljarar, ið ikki kunnu møta á valstaðnum valdagin vegna sjúku ella aðra orsøk, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni ella heima við hús við brævatkvøðu, og eigur at vera boðað frá til valnevndarformannin Lars Djurhuus á tlf. 373745 ella 211603 í seinasta lagi mánadagin 7. november 2016 klokkan 18.00. Porkeri, tann 27. oktober 2016. Lars Djurhuus, valnevndarformaður.