Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lærara- og stuðulsstørv í Porkeris skúla.

 

Lýst leys til setanar frá 1. august 2010 at rokna:

 

1 tíðaravmarkað lærarastarv, umleið 20 tímar um vikuna, fyri skúlaárið 2010/11 fyri lærara í farloyvi.

 

1 tíðaravmarkað lærarastarv, umleið 10-12 tímar um vikuna, fyri skúlaárið 2010/11 vegna avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett í september 2010.

 

Vit sóknast eftir lærarum sum kunnu átaka sær undirvísing í:  

Handarbeiði
Føroyskum
Donskum
Gentufimleiki

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
Duga at samstarva og eru fyrikomandi
Vera fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
Vera við til at menna skúlan

 

Førleikakrøv:

Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving.

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Porkeris skúli hevur 25 næmingar komandi skúlaár.
Undirvíst verður í árgangunum frá 1. til og við 7.

   

Søkt verður eisini eftir stuðulsfólki til skúlaárið 2010/2011 til næming við serligum tørvi.

Starvið er 25 klokkutímar um vikuna.

Fyrimunir hava umsøkjarar við royndum og viðkomandi útbúgving.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, opin fyri samstarvi við bæði leiðslu, lærarar, næmingar og foreldur.

 

Umsóknir:

Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum Mannbjørn Olsen, Hólavegur 15, Porkeri, í hendi í seinasta lagi tórsdagin 29. apríl 2010 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran,
Mannbjørn Olsen, tlf. 37 32 53 ella 26 28 64.

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo