Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
F R Á B O Ð A N. Sagt verður hervið frá, at vallistin til løgtingsvalið 1. september 2015 liggur frammi til alment eftirlit á  bygdarráðsskrivstovuni í Porkeri í døgunum 8. august 2015 til og við 15. august 2015. Um onkur veljari  ikki er við á vallistanum ella av órøttum er tikin við, kann hetta fráboðast við skrivligari kæru í seinasta lagi 20. august 2015 til kommunustýrið. Porkeri, tann 8. august  2015. Lars Djurhuus, valnevndarformaður.