Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
F R Á B O Ð A N. Sagt verður frá, at løgtingsval verður leygardagin 31. august 2019. Atkvøðugreiðslan verður í Porkeris skúla og byrjar kl. 10 og heldur fram til klokkan 20, ella so leingi veljarar møta á valstaðnum uttan steðg. Valkort verða send við postinum. Heitt verður á veljarar um at hava valkortið við valdagin, tá valt verður. Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 30. august 2019. Teir veljarar, ið vegna sjúku ella av aðrari orsøk, ikki kunnu møta á valstaðnum, kunnu atkvøða heima, og eigur hetta at verða fráboðað í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 kl. 18 til  valnevndarformannin á tlf. 573520. Porkeri, tann 22. august 2019 Eilin Hovgaard, valnevndarformaður.