Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

Teir báðir norðmennirnir, Olav Lie Gundersen og Tommy Skeide, sum róðu úr Norra til Føroya, komu til Porkeris klokkan eitt korter til seks í morgun. Teir fóru úr Norra 7. juli og úr Hetlandi 22 juli í bátinum Barbara, sum er eitt fýramannafar til støddar.

Soleiðis stóð at lesa úr grein á portalinum í juli 2005.

Teir høvdu ætla sær at koma til Havnar á Olavsøku, men veðrið var ikki til vildar. Tá teir sóu at teir blivu ov seinir, valdu teir at rógva stysta leið, og komu til Porkeris, tíðliga um morgunum tann 30 juli 2005. Nakað av fólki var komið saman fyri at taka ímóti teimum.

Eitt ár seinni kom Olav Lie Gundersen aftur at vitja staðið har teir komu í land. Kommunan í Porkeri tók ímóti honum, saman við nøkrum at teimum, sum vóru hjástødd, tá teir komu fyri einum ári síðani.

Olav skrivaði soljóðandi takkarskriv til bygdarfólkið í Porkeri:

Túsen takk for den varme velkomst den 30.07.05. Denne bygda vil for altid bety mye for meg på grúnn av de sterke inntrykk den gav oss denne morgenen. Aldri har jeg været så glad for å sjå land tidligere, og jeg kommer nok tilbake flere ganger.

Olav Lie Gúndersen.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo