Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

Kelda:  Thorfinn Smith, hevur skrivað hetta um roykivirkið.    www.ritrad.fo

Úr at gera á saltfiskavirkinum

Nú tað aftur bragdaði við útróðrinum her suðuri, hava tey úr at gera á saltfiskavirkinum í Porkeri. Fiskiskapurin hevur verið slakur í heyst, og tí hevur arbeiði á virkinum verið rættiliga óstøðugt, men nú sær betri út, og tað kann Jógvan Absalonsen, sum eigur og rekur saltfiskavirkið í Porkeri, bert fegnast um.

Jógvan, sum fyrr í ár keypti gamla roykivirkið í Porkeri, keypir meginpartin av tí, virkið skal arbeiði, frá uppboðssøluni. Tað er mest toskur tey arbeiða, men nakað av longu, brosmu og upsa fara eisini gjøgnum maskinurnar í Porkeri. Fiskurin verður flaktur og saltaður, og síðani pakkaður til marknaðin.

Marknaðurin er ógvuliga støðugur og prísurin er rímiligur, sigur Jógvan, sum bert vónar, at fiskiskapurin fer at halda sær. Ger hann tað, stúrir Jógvan ikki fyri framtíðini hjá virkinum, har millum 8 og 12 fólk hava sítt dagliga arbeiði..  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo