|

|
|

Hesar
samtyktir vóru gjørdar á bygdarráðsfundinum 11. desembur 2007.
Hesir
bygdarráðslimir
vóru við
á fundi: Eli Frederiksen, Anna Djurhuus, Andreas
Berg Sigmundur Olsen og Gunnbjørn
Petersen.
-
Samtykt varð at stuðla
Porkeris Bygdarsavni við eini gávu á kr. 25.000,00.
-
Samtykt varð at selja matr. nr. 29
í Porkeri, tá øll loyvi eru í lagi til ger av kirkjugarði úti
í Bø.
-
Samtykt varð at keypa eina nýggja
kopimaskinu til kommunuskrivstovuna.
-
Samtykt varð at hava hesar
bygdarráðsfundir í 2008:
15. januar, 12. februar, 11. mars, 15. apríl, 20 mai, 17. juni, 9.
septembur, 7.
oktobur, 11.
novembur og 9. desembur.
-
Eykajáttanin uppá 200.000,00 kr.
fyri fíggjarárið 2007 til keyp av grundøki til kirkjugarð varð
samtykt.
- Broytingar í fíggjarætlanini
fyri fíggjarárið 2007 vórðu samtyktar.
Porkeris Kommuna
við Á 8
Fo-950 Porkeri
Tlf: 37 36
03 Fax: 37 46 03
E-mail:
porkeri@porkeri.fo
|
|