-
Samtykt varð at taka av
tilboðnum frá Atlanticpane uppá at skifta 47 termorútar láorkuglas
íroknað nýggjar træ- og gummilistar í skúlanum. Samlaður
kostnaður við íseting kr. 62.560,80.
-
Samtykt varð at geva SEV Byggiloyvi til
transformarastøð við Miðnámsskúlan í Heiðunum.
-
Samtykt varð at Sveinur M. Bech og Guðrið S.
Hjalt skulu fáa eitt av grundstykkjunum, sum kommunan hevur at vísa
til á Heygunum og á Hólinum.
-
Samtykt varð at stuðla
umsóknini frá Trivnaðarnevndini fyri sjúklingahotellið Tórshavn
við 3,50 kr. pr. íbúgva í kommununi.
-
Samtykt varð ikki at
stuðla umsóknini av blaðnum " Eftirskúlin nr. 2. "
hesaferð.
-
Samtykt varð at góðtaka
fíggjarætlanina fyri
barnaverndina í Suðri fyri árið 2008, okkara partur verður kr.
248.000,00.
-
Samtykt varð at góðtaka
bygnaðarbroytingarnar hjá SEV.