Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 3. nov. 2014.   Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. 1. Undir fyrstu viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan hjá Porkeris kommunu fyri fíggjarárið 2015 gjøgnumgekk borgarstjórin uppskotið saman við bygdarráðnum. Møguleiki var hjá bygdarráðslimum at seta fram fyrispurningar, gera viðmerkingar og koma við broytingaruppskotum til fíggjarætlanaruppskotið. Uppskotið til fíggjarætlan hjá Porkeris kommunu fyri fíggarárið 2015 javnvigar við 12.131.700  krónum. Skattaprosentið er sett til 21%, og barnafrádrátturin er settur til 6.500 krónur fyri hvørt barnið. Skattainntøkan eftir hesum uppskoti er: 7.934.193 krónur fyri fíggjarárið 2015. Eitt broytingaruppskot varð sett fram til aðru viðgerð, og var tað hetta: Kloakkir – 222.301 Nýgerð: Broytt úr 50.000 kr. til 150.000 kr. 2. Ymiskt: a.) Heitt verður á Landsverk um at koma við einum uppskoti yvir niðurseyringarskipanina, ið ætlanin er at gera upp í Skørðunum, hvussu hon verður gjørd, og hvar hon skal liggja. Semja var um at halda fast við, at ein oljuskiljari verður settur upp í sambandi við frárenslið frá høllini. Tá hesar treytir eru uppfyltar, og kommunan hevur góðkent tær, verður byggiloyvið givið. b.) Borgarstjórin kunnaði um skattainntøkuna hjá Porkeris kommunu fyri oktober 2014, og var hon 849.157 krónur. Porkeris Bygdarráð