Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 14.  november  2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð, at taka av tilboðið um keyp av teldu til dagrøktina. 2. Samtykt varð, at taka undir við leistinum frá stýrinum í Bú-og Heimatænastuni, og at Porkeris Kommuna selur sín part í Hamragarði til Bú-og Heimatænastuna. 3. Samtykt varð, at játtað tilsamans 176 tímar til kvøldskúlaundirvísing veturin 2016/2017. 4. Samtykt varð, at flyta bygdaskelti undir Heyggi longur inn, so tað stendur innanfyri innkoyringina á Heyggj. Bygdaskelti á Dalsvegnum verður flutt vestur til rulluportrið, og samtykt var at taka hetta málið uppaftur á einum seinni fundi. 5. Málið um nýggja lønarskipan tikið av skrá og verður tikið uppaftur á seinni fundi. 6. Samtykt varð, at taka undir við sundurbýti av sethúsum og urtagarði frá restini av ognini á matr. nr. 79. 7. Fíggjarætlanin 2017 javnvigar við kr. 12.352.825,-. 8. Samtykt varð, at stuðla Dansifelagnum Jómsvíkingnum við kr. 3.000,-. Samtykt varð, at stuðla Lions Club Suðuroy við keyp av 25 jólakalendarum. Samtykt varð, ikki at stuðla Miðnámsriti hjá Tórði Johannesarsoni. 9. Kunnað varð um skattainntøkurnar fyri september 2016 sum eru kr. 712.975,- og skattainntøkurnar fyri oktober 2016 sum eru kr. 765.216,- Porkeris Bygdarráð.