Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 6.  november  2017 kl. 18.15   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2018 var umrødd. 2. Hetta mál bleiv útsett til seinni fund. 3. Samtykt er at keypa málning av Porkeri. 4. Semja er um ikki at stuðla Suðuroyar Hestafelag. Semja er um ikki at stuðla Føroyingafelagnum í Aalborg. Samtykt er at stuðla Tvøroyrar Fimleikafelag. 5. Kunnað bleiv um ymiskt, millum annað um Suðuroyar Musikkskúla. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri oktober, sum er kr 817.349. Porkeris Bygdarráð.