Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á fundi til skipan av nývalda bygdarráðnum týsdagin 15.  november  2016.   Møtt til henda fundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Joan Vejhe, og Emily Poulsen. Tvey mál vóru til viðgerðar: 1. Val av borgarstjóra. ad. 1.  Andreas Berg skeyt Mikkjal Sørensen upp sum borgarstjóra. Eingi onnur uppskot komu, so Mikkjal Sørensen er einmælt valdur til borgarstjóra. 2. Val av varaborgarstjóra. ad. 2.  Mikkjal Sørensen skeyt upp at velja Andreas Berg til varaborgarstjóra. Eingi onnur uppskot komu, so Andreas Berg er einmælt valdur til nýggjan varaborgarstjóra. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð.