Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi tórsdagin 1.  desember  2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. 1. Onnur viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2017 er samtykt við eini rakstrarútreiðslu á kr. 11.315.000,- Inntøkurnar eru mettar til kr. 12.427.000,- Íløgurnar eru mettar til kr. 1.095.000,- og gevur hetta eitt rakstrarúrslit á kr. 18.000,- Afturgjald av skuld er sett til kr. 643.000,- Samtykt er at skattaprocentið verður lækkað við 0,25% til 20,75%. Barnafrádrátturin hækkar við kr. 500,- til kr. 7.000,- Samtykt er at barnaansingargjaldið verður nú kr. 14.400,- pr. ár og verður goldið við kr. 1.200,- pr. mðr. Hetta er ein lækking á kr. 150,- pr. mðr. Framvegis er galdandi at einki verður goldið fyri 3. barnið. Porkeris Bygdarráð.