Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 27.  november  2017 kl. 18.30   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2018 var samtykt. Inntøkurnar eru mettar til kr. 12.978.592,- Rakstrarútreiðslurnar eru kr. 11.660.000,- Íløgurnar settar til kr. 400.000,- Rakstraravlop kr 168.592,- Afturgjald av skuld kr. 750.000,- Skattaprocentið óbroytt, 20,75% Barnafrádráttur óbroyttur, kr 7.000,- 2. Samtykt at geva byggiloyvi, treytað av, at treytirnar í nýggju bygningskunngerðini verða hildnar, og at loyvi við grannan verður góðkent. 3. Semja er um ikki at stuðla bók um Føroya Handilsskúla. Samtykt er at stuðla Porkeris Bygdarravni. Samtykt er at stuðla Lions Club Suðuroy. 4. Kunnað bleiv um broyting í kunngerð um upptøku á vallista. 5. Jórun Bech er vald í Eldraráðið vegna Porkeris Kommunu. Porkeris Bygdarráð.