Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 6. desembur 2010.
 

 

 

 

 

Møttir til henda bygdarráðsfundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf Bech,  Rannvá Albinus
og Eli Frederiksen
.

 

  1. Samtykt varð at gera hesar flytingar millum konti í fíggjarætlanini fyri árið 2010.

    Flytast frá:

    Flytast til:

    Upphædd:

    Íløgur – Renovatión 

    Rakstur – Kommunal virki

    75.000,00 kr

    Íløgur – Vatnveiting             

    Rakstur – Kommunal virki

    25.000,00 kr

    Íløgur – Vegagerð              

    Íløgur – Gøtuljós                     

    20.000,00 kr

     

  2. Samtykt varð, at bátateymagjaldið fyri árið 2010 ikki verður innkravt frá leigarunum.

    Henda  samtykt verður galdandi framyvir, at eingin bátateymaleiga verður kravd, at teymarnir verða
    talmerktir av nýggjum, og at nýggir leigarar kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna fyri at fáa eitt
    bátateymatalnummar, ið teir kunnu nýta.

  3. Samtykt varð at hava hesar ásettu bygdarráðsfundir í árinum 2011.

    Allir bygdarráðsfundir verða mánadagar klokkan 18.00
    .

    1.)      10. januar.   2.)   7. februar.   3.)   14. mars.   4.)   4. apríl.   5.)   2. mai.   6.)   6. juni.    7.)   4. juli.

    8.)   5. september.   9.)   3. oktober.  10.)  7. november.  11.)  21. november.    12.)   5. desember.

  4. Reglugerðin fyri Ellis- og Røktarheimið í Vági varð løgd fyri bygdarráðið til kunningar.

 

 

Fundarbókin upplisin og góðkend

 


Porkeris Bygdarráð

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo