Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 14. desember  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. 1. Uppskotið varð einmælt samtykt við fyrstu viðgerð at gera tær flytingar millum konti í fíggjarætlanini hjá Porkeris kommunu fyri árið 2015. 2. Samtykt varð at biðja um eina skitsutekning yvir ætlaða parkeringsplássið. Meðan hetta mál varð viðgjørt vóru Mikkjal Sørensen og Sveinur Bech ikki við á fundinum. 3. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Formula uppá nýggja bókhaldsskipan til kommununa. 4. Samtykt varð ikki at stuðla bókaútgávuna ” Stállínuskipini ”. 5. Samtykt varð at hava hesar bygdarráðsfundir í árinum 2016:   18. januar, 15. februar, 7. mars, 4. apríl,  2. mai, 30. mai, 27. juni, 5. september, 3. oktober, 14. november, 28. november og 12. desember. Allir fundir, ið ásettir eru omanfyri, eru klokkan 18.00 á kommunuskrivstovuni og eru almennir. Um møguligar broytingar koma í skránna, verða tær fráboðaðar. 6. Borgarstjórin kunnaði um skattainntøkuna hjá kommununi  fyri oktober:   710.828 krónur og fyri november:  923.068 krónur. Kunnað varð um skriv frá Føroya Fornminnissavni viðvíkjandi umsókn frá Porkeris Bygdarsavni um umvæling av Skemmukrambúðini. Porkeris Bygdarráð.