Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 4. desember 2018 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Hetta mál verður útsett til eyka fund. 2. 2.viðgerð av eykajáttan 2018 samtykt. Rakstrarstað 667: Íløga hækkað við kr. 60.000,- Flytast av innistandandi. 3. Hetta mál bleiv tikið av skrá. Útsett til seinni fund. 4. Samtykt er at endurnýggja verandi avtalu við BKE, um at salta vegirnir. 5. Samtykt er ikki at stuðla keypi av bókini stállínuskipini. Samtykt er at stuðla Lions Club Suðuroy. Samtykt er ikki at stuðla ADHD-felagnum. Samtykt er, ikki at verða við at stuðla Deyðadansium hjá Strindberg. 6. Bygdarráðsfundir 2019. Hetta bleiv einmælt samtykt. 7. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri november: kr 759.101. Porkeris Bygdarráð.