Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 20. desembur 2010.
 

 

 

 

 

Møttir til henda bygdarráðsfundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf Bech,  Rannvá Albinus
og Eli Frederiksen
.

 

  1. Samtykt varð einmælt við aðru viðgerð at gera hesar flytingar millum konti í fíggjarætlanini fyri árið 2010.

    Flytast frá:

    Flytast til:

    Upphædd:

    Íløgur – Renovatión 

    Rakstur – Kommunal virki

    75.000,00 kr

    Íløgur – Vatnveiting             

    Rakstur – Kommunal virki

    25.000,00 kr

    Íløgur – Vegagerð              

    Íløgur – Gøtuljós                     

    20.000,00 kr

     

  2. Samtykt varð, at taka av tilboðnum frá ” Elding ” uppá køk til Ungdómshúsið við Á ljóðandi uppá
    105.605 krónur uttan MVG.

  3. Samtykt varð at at taka av tilboðnum frá T.M.T – Trongisvágur uppá ger av kirkjugarði í Porkeri.
    Tilboðið ljóðar uppá 498.795 krónur uttan MVG.

    Tey, sum stemmaðu fyri at taka av tilboðnum frá T.M.T vóru: Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus,
    meðan Eli Frederiksen stemmaði ímóti.

    Meðan hetta mál var til viðgerðar, var Mikkjal Sørensen ikki við á fundinum.

  4. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Sp/f  Trúgvi Gudmundarson, Hvalba uppá grótlaðingina við kirkjugarðin
    í Porkeri  ljóðandi uppá 200.000 krónur  uttan MVG.

    Tey, sum stemmaðu fyri hesum tilboði vóru:  Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus,
    meðan Eli Frederiksen stemmaði ímóti.


Fundarbókin upplisin og góðkend

 

Porkeris  Bygdarráð.


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo