Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 28. desember  2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, og Rannvá Albinus. 1. Við aðru viðgerð av flytingum millum konti í fíggjarætlanini fyri árið 2015 hevði borgarstjórin tvey broytingaruppskot samanborið við fyrstu viðgerð. Hesi bæði broytingaruppskot vórðu  góðkend, so allar flytingarnar  millum konti í fíggjarætlani hjá Porkeris kommunu fyri árið 2015 vórðu einmælt góðkendar við aðru viðgerð. 2. Samtykt varð at geva Porkeris Bygdarsavni loyvi at umvæla Skemmukrambúðina og hækka  grundina á henni hálvan metur sambært skrivi dagf. 20. august 2015. Víst verður til, at Fornminnisnevndin í skrivi dagfest 14.12.2015  hevur givið loyvi til nevndu umvæling og hækking av Skemmukrambúðini. Samtykt varð at geva Porkris Bygdarsavni loyvi at byggja Skemmukrambúðina uppaftur í sama líki sambært skrivi dagf.  23. november 2015. Viðmerkjast skal, at hetta loyvið frá Porkeris kommunu er reytað av, at neyðug loyvi frá øðrum myndugleikum og í hesum føri frá Fornminnisnevndini og Náttúrufriðingarnevndini fyriliggja, áðrenn arbeiðið verður sett í gongd. 3. Samtykt varð at taka undir við sølu av ognini hjá Kommunufelagnum í Kvívík. Porkeris Bygdarráð.