Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mándagin 19. jan. 2015.   Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at senda skriv til Umhvørvisstovuna fyri at kanna eftir, um ikki møguleiki er at broyta verandi útstykking, so grundstykkini á Heygunum verða nakað størri. 2. Samtykt varð at stuðla Porkeris Bygdarsavn við 25.000,00 krónum  til rakstur galdandi fyri árið 2015. 3. Samtykt varð at gera leigusáttmálar fyri allar ognir hjá kommununi, ið eru útleigaðar. 4. Kunning: a)  Skattainntøkan hjá kommununi fyri árið 2014 var 8.585.584 krónur. b)  Yvirlit frá Sigmundi Olsen um brandpostarnar, og um hvørjar ábøtur eru neyðugar at gera. c)  Leiðbeining viðvíkjandi gjaldi fyri kommunalar veitingar. d)  Kunnað varð um møguligt keyp av matr. nr. 97b og matr. nr 126b. e)  Ársfrágreiðing frá dagrøktaraleiðaranum Eyðhild Mørk galdandi fyri tíðarskeiðið      november 2013 til desember 2014 viðvíkjandi gongdini hjá dagrøktini. Porkeris Bygdarráð