Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 10. februar 2014. Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð um at góðtaka eina reglugerð fyri nýggja kirkjugarðin, sum varð fyriløgd bygdarráðnum til góðkenningar. 2. Samtykt varð at biðja ein verkfrøðing koma á staðið at kanna eftir, hvør besta loysnin er við vegaføring av nýggjum vegi vestur á Hól. 3. Samtykt varð at arbeiða víðari við vetrarfriðingini, og at senda skriv til hagarnar hesum viðvíkjandi. 4. Semja varð um at halda fast við verandi útsykking á Fløttinum, tí mett varð, at tað var óheppið aftur at broyta útstykkingina, sum kom at hava óneyðugar útreiðslur við sær. Semja varð um, at Jón Poulsen kann velja sær tað grundstykkið, ið honum dámar best, og um tað gerst neyðugt, so kann hann fáa lendi aftrat, um hann velur eitt av teim sunnastu grundstykkjunum. 5. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Tangavirkinum uppá útgerð til køkin í ”Húsinum við Á” ljóðandi uppá: 17.669 krónur. 6. Samtykt varð, at borgarar í Porkeri ikki skulu gjalda nakað fyri leigu av steintoyi úr skúlanum. Samtykt varð, at persónar uttan fyri bygdina, ið leiga steintoy úr skúlanum, skulu gjalda 200 krónur fyri minni en 50 kuvertar, og 300 krónur fyri meiri enn 50 kuvertar. 7. Samtykt varð at útseta hetta mál til ein annan fund. 8. Samtykt varð at velja Mikkjal Sørensen sum lim í brúkararáðið á Hamragarði. 9. Samtykt varð at velja Rannvá Albinus og Bodil Finnsson sum umboð í nevndina í sambandi við fyrireiking av bygnaði av eldraøkinum. 10. Samtykt varð at velja Sakaris Dimon sum eykalim í barnaverndarnevndina. 11. Samtykt varð at taka lán í Suðuroyar Sparikassa stórt krónur 400.000,- at gjalda aftur yvir tvey ár. 12. Samtykt varð ikki at ganga umsóknina á møti um stuðul til bárnabókatiltak. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð