Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mándagin 9. feb. 2015. Hetta er tann útsetti bygdarráðsfundurin, ið skuldi verða  2. februar 2015.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf  Bech og Rannvá Albinus. 1. Samtykt  varð at keypa matr. nr. 126 b fyri  50.000 krónur. 2. Samtykt varð at keypa matr. nr. 97 b  fyri 9.200 krónur. 3. Samtykt  varð at fáa loyst henda vatnstrupulleika sum skjótast við at  leiða vatnið burtur, so at tað ikki rennur oman á húsini hjá Dóris. Meðan hetta mál var fyri, var Mikkjal Sørensen ikki við á fundinum. 4. Orsakað  av, at lendið, ið søkt verður um til byggiøki, liggur í fríøki, verður neyðugt at broyta byggisamtyktina, áðrenn nakað byggiloyvi verður givið. Samtykt varð at selja matr. nr. 171 til Eyðolf- og John Bech fyri 7.200 krónur til samanlegging við matr. nr. 170. Meðan  hetta mál var fyri var Eyðolf Bech ikki við á fundinum. 5. a)  Samtykt varð at broyta byggisamtyktina, so at matr. nr.  7e  verður broytt frá “ Bústaðarendamál ”      til  ” Miðstaðarendamál ”. b)  Samtykt varð at broyta  byggisamtyktina, so at uttasti (eystasti) partur av matr. nr. 170 umleið      20 metrar verður broytt frá ” Frílendi ”  til ” Landbúnaðarmál ”, og er henda samtykt eisini      galdandi matr. nr. 170.      Meðan henda samtykt var fyri var Eyðolf Bech ikki við á fundinum. 6. Samtykt varð at stuðla Parkinsonfelagnum við  3.000 krónum. 7. Samtykt varð at stuðla ”Suðuroyar Svimjifelag”  við  10.000 krónum. Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð.