Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 6.  februar  2017 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Broytingarnar í kommunu stýrisskipanini eru samtyktar við 2. viðgerð. 2. Samtykt er at taka av tilboðnum frá SP/F BKE. 3. Samtykt er at játtað kr. 20.000,- til Porkeris Bátasavn. Samtykt er at stuðla Suðuroyar sunnara bjargingarfelag við kr. 3.000,-. Samtykt er at játtað kr. 5.000,- til Vágs Kappróðrarfelag. Samtykt er at stuðla Parkinsonfelagnum við kr. 2.000,-. 4. Kunnað bleiv um skattainntøkurnar fyri januar 2017. Inntøkan var kr. 644.542,-. 5. Eitt mál kom á skrá afturat á fundinum um fígging av mannskapsbili til sløkkiliðið. Samtykt varð at játtað okkara part í mun til fólkatalið Porkeris Bygdarráð.