Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 5. februar 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at játtað byggiloyvi til uppíbygging á matr.nr. 1r. 2. Samtykt er at geva loyvi til gerð av parkeringsplássi á matr.mr. 124a. 3. Samtykt er at geva loyvi til at grava tilrenningarveitir til Vatnsnes. 4. Samtykt er at geva loyvi til marknaumskipan millum matr.nr. 93 & matr.nr. 94b. 5. Samtykt er ikki at játtað stuðul til Matkovan. Samtykt er at játtað stuðul til FCSuðuroy fyri 2019. Samtykt er at játtað stuðul til Vágs kappróðrarfelag fyri 2019. Samtykt er at stuðla luttakarum úr Porkeri kommunu, til ferðaleiðaraskeið. 6. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri januar: kr. 769.088,- Kunnað bleiv um skriv frá sløkkiliðsleiðarunum, í samband við tilbúgving. Kunnað bleiv um frágreiðing um fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur, viðv. Talgildu Føroyar v.m. Kunnað bleiv um hesi mál, sum eru komin til hoyringar: Uppskot til løgtingslóg um virkisskrá. Uppskot til løgtingslóg um savnsvirksemi landsins. Uppskot til løgtingslóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll. Porkeris Bygdarráð.