Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 1. mars 2010.
 

Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt:  Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf Bech, Rannvá Albinus og Anna Djurhuus, ið møtti fyri Eli Frederiksen, sum er burturstaddur í sjúkraørindum.

Borgarstjórin Mikkjal Sørensen bað um at fáa við sum punkt 5 í fundarskránna: Borgarafund um kommunusamanlegging og um fólkaskúlan. Henda umbøn hansara varð einmælt samtykt, og er hon sostatt við sum punkt  5 í fundarskránni.

  

  1. Samtykt varð at broyta fíggjarætlanina fyri árið 2010 við at útreiðsluføra kontoina sum lántøka til ellisheimið í Vági við 3.550.000,00 krónum.
    Somuleiðis varð samtykt at inntøkuføra kontoina til ellisheimið í Vági sum stuðul frá Landinum við 1.775.000,00 krónum.

  2. Samtykt varð at stuðla fótbóltsfelagið VB/Sumba (FC Suðuroy) við 10.000,00 krónum 
    til rakstur av felagnum.

  3. Samtykt varð ikki at stuðla umsóknina frá Bárði Johannesen til fløguútgávu.

  4. Viðvíkjandi veitan av drekkivatni úr Sumbiarbergholinum varð samtykt at venda sær til serkøna hjálp fyri at fáa betur greiðu í málinum, og tá hetta er komið uppá pláss, verður vent aftur til málið.

  5. Samtykt varð at arbeiða við at hava ein borgarafund nú í vár, har kommunusamanlegging og fólkaskúlin verða umrødd.

 

Porkeris Bygdarráð

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo