Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 5. mars 2012.


Til henda bygdarráðsfund vóru møttir: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf  Bech, Rannvá Albinus
og Eli Frederiksen.

 

  1. Samtykt varð við aðru viðgerð at góðtaka eykajáttanina til keyp av innbúgvi til Hamragarð áljóðandi 165.652 krónur.
    Upphæddin verður tikin av likvidum
    .

  2. Samtykt varð at leggja nýtt graslíki á skúlaplenuna og at taka av tilboðnum frá Ide Møblum, sum ljóðar uppá 268.000 krónur
    uttan MVG
    .

  3. Samtykt varð við fyrstu viðgerð at góðtaka eina eykajáttan áljóðandi 268.000 krónur til at gjalda graslíki á skúlaplenuna við. Upphæddin verður tikin av likvidum.

  4. Semja varð at senda Innlendismálaráðnum hoyringsskriv í sambandi við kunngerð um fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging.
    Víst verður til skriv frá kommununi til Innlendismálaráðið dagf. 18. juli 2011 um kommunala umskipannarpakkan
    .

  5. Samtykt varð at hava borgarafund 26. mars 2012 um kunning um kommunusamanlegging.

  6. Samtykt varð at útseta hetta mál til næsta fund.

  7. Samtykt varð at taka av tilboðnum um keyp av nýggjum vindeygum til kommunuskrivstovuna (gomlu og nýggju).
    Samtykt varð at biðja ein arkitekt hyggja uppá gomlu kommunuskrivstovuna fyri at vita hvørjir møguleikar eru við hesum húsi í sambandi við Húsið við Á

  8. Samtykt varð at stuðla Alzheimerfelagið við 1.000 krónum.

  9. Samtykt varð at stuðla FC-Suðuroy við 2.000 krónum til uttanlandsferð.

  10. Samtykt varð at stuðla ”Eftirskúlablaðið” við 1.000 krónum.

  11. Borgarstjórin kunnaði um ymisk fyrifallandi mál í kommununi.


 

Porkeris Bygdarráð

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo