Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi mánadagin 6.  mars  2017 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Semja er í bygdarráðnum um, at byggjast kann uppí á matr. nr. 144c eftir verandi byggilinju. 2. Samtykt er at játtað stuðul til útferðina hjá dagtilhaldinum til Sandoynna. Samtykt er at játtað stuðul, kr. 1.000,00 til Alzheimerfelagið. Samtykt er ikki at játtað stuðul til útgávu av bók hjá Høgna Mohr. Samtykt er ikki at játtað stuðul til ungdómsfótbólt hjá Royn. 3. Kunnað var um skriv frá føroyskum sálarfrøðislesandi um sálarliga heilsu. Kunnað var um skattainntøkuna fyri februar 2017 sum er kr. 735.091,00. Porkeris Bygdarráð.