Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum týsdagin 5. mars 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at taka av tilboðnum til nýggja køk á lærarastovuni. 2. Samtykt er at geva loyvi til gerð av parkeringsplássi á matr.nr. 71. 3. Samtykt er at halda seg til fyrr gjørdu samtykt 14. november 2016, fyri Eldraøkið. 4. Kunnað bleiv um at brandhurð er keypt til Húsið við Á. Kunnað bleiv um ráðleggingardag hjá Dagrøktini. Kunnað bleiv um tiltøk í samband við at ÍSF verður 80 ár. Kunnað bleiv um matstovu- og skeinkiloyvi o.a Kunnað bleiv um hetta mál, sum er komið til hoyringar: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald og kunngerð um veiðigjald. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri februar: kr. 807.939 Porkeris Bygdarráð.