Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 30. mars 2009.

Á fundinum vóru: Mikkjal Sørensen, Eyðolf Bech, Rannvá Albinus, Eli Frederiksen. Fyri Andreas Berg, ið er sjúkameldaður, møtti Bodil Finnsson.

  1. Samtykt varð at geva SEV graviloyvi í vegnum uppi við minnisvarðan fyri at fáa rættað kaðalfeil, og at vegurin skal verða gjørdur aftur í sama stand, sum hann var, áðrenn grevstur.

  2. Semja varð um at taka av tilboðnum frá Umhvørvisstovuni um fotoflúgving 2009, myndatøka av Porkeris Kommunu.

  3. Samtykt varð at stuðla tiltakið hjá dansifeløgunum í Suðuroy við einari upphædd stórari krónur 2.000,00.

  4. Samtykt varð, at Anfinn- og Lydia E. Nolsøe skulu fáa grundstykkið á Hólinum 907 m2 til støddar, ið liggur beint norðan fyri tey grundstykkini, sum tey longu hava fingið lovað frá kommununi. Kostnaðurin fyri grundstykkið verður 120.000,00 krónur.

  5. Semja varð um at umfíggja skuldina hjá Porkeris Kommunu, ið hon hevur í Suðuroyar Sparikassa og Eik Banka. Semja varð um at søkja nevndu peningastovnar um avdráttarskáa av lánunum hetta fíggjarárið, men at rentan verður goldin sum vanligt.

Porkeris Bygdarráð

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo