Samtyktir á bygdarráðsfundinum týsdagin
15. apríl 2008.
Samtykt varð ikki at stuðla
tiltakið við ”Meylu og Vinum” í ítróttarhøllini í Vági.
Samtykt
varð at gera koyruvegin á Hólinum umleið 40 metrar vestureftir,
og síðan
verður frá hesum vegastrekki gjørd gongubreyt vestur til viðarlundina.
Semja varð um at gera niðaru síðu
av gongubreytini av nýggjum frá sethúsinum hjá Elsu Poulsen og
heim til sethúsini hjá Peter Muller.
Semja varð eisini um at kanna prís,
og hvat tilfar nýtast skal til gongubreytina.
Innkomin vóru tvey tilboð, og varð
semja um at taka av tilboðnum frá SS-Bygg v.
Sigmund Signarson.
Viðvíkjandi máli nr. 7 frá
fundinum 11. mars 2008 varð semja um ikki at góðtaka nakra
samanlegging av báðum kommunufeløgunum: Kommunusamskipan Føroya
og Føroya Kommunufelag