Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 4. apríl 2016.   Møtt til henda bygdarráðsfundin vóru:  Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech, og Rannvá Albinus. 1. Samtykt varð at geva byggiloyvi til hønuhús á matr. nr. 154 í Porkeri. Meðan hendan umsókn var til viðgerðar, var Sveinur Bech ikki við á fundinum. 2. Samtykt varð at geva byggiloyvi til garagu á matr. nr. 81 c, har víst verður til byggisamtyktina fyri bygging av garagum í kommununi og at aðrar ásettar treytir verða hildnar. 3. Samtykt varð at gera kloakk og vatnleiðing til ognina í Eystrum. 4. Samtykt varð um ikki at stuðla Kvinnuhúsinum og útferð hjá Hamragarði. 5. Kunnað var um kommunuskattin fyri mars 2016 og eisini var lýsingin eftir nýggjum skrivara góðkend. Porkeris Bygdarráð.