Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundi ónsdagin 5.  apríl  2017 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Tikið verður undir við, at ein samstarvsavtala verður gjørd um læknamiðstøðina í Vági. 2. Tikið verður undir við, at avtala verður gjørd millum Vágs-, Porkeris-, Hovs- og Sumbiar kommunu og SP/F Tannlæknastovuna hjá Rudi Thomsen um barna- og ungdómstannarøkt. 3. Tikið verður undir við, at avtala verður gjørd við sertannlækna í ortodonti um tannrætting. 4. Samtykt er at søkja um studning til frítíðarundirvísingina fyri 2017/2018. 5. Samtykt er at geva fyribils byggiloyvi á matr. 170. 6. Samtykt er ikki at stuðla Kvinnuhúsinum. Samtykt er at málið um bókina hjá Høgna Mohr verður útsett til seinni fund. Samtykt er ikki at stuðla blaðnum Eftirskúlin nr. 12. Samtykt er ikki at stuðla til sjavskappingina hjá FC Suðuroy. Samtykt er at stuðla FC Suðuroy í vaksnamannafótbólti í 2017. Samtykt er ikki at stuðla við at keypa nýggju bókina hjá Oddvør Skarðhamar. 7. Kunnað var um skattainntøkuna fyri mars 2017, ið er kr. 668.655,00. Porkeris Bygdarráð.