Nýtt á síðuni innihald Vælkomin  
 

 

Upp

 

 

 

 

 

                                                                                                                                                 

Porkeris Kommuna

við Á 8

Fo-950 Porkeri

Tlf:  37 36 03    Fax: 37 46 03

E-mail:  porkeri@porkeri.fo

 

Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi tórsdagin 20. mei 2010.
 

Møttir til bygdarráðsfundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf Bech, Rannvá Albinus og Eli Frederiksen.

 

  1. Eykajáttan 25.000,00 kr. á fíggjarætlanini fyri árið 2010 til keyp av telduútgerð til kommunuskrivstovuna varð einmælt samtykt við aðru viðgerð.

  2. Borgarstjórin gjøgnumgekk roknskapin hjá Porkeris kommunu fyri árið 2009 og javnvigar hann við 12.450.631 krónum.  Fíggjarstøðan tann 31. desember 2009  javnvigar við 5.479.945 krónum.
    Síðan gjøgnumgekk borgarstjórin grannskoðanarprotokollatið fyri árið 2009.
    Bæði roknskapurin og grannskoðanarprotokollatið vórðu einmælt góðkend uttan
    nakrar viðmerkingar og síðan undirskrivað.

  3. Marknaumskipanin millum matr. nr. 121a og litra z varð einmælt samtykt.

  4. Samtykt varð, at borgarstjórin fær heimild at tosa við formenninar í hagastýrunum og síðan at arbeiða víðari við málinum.

  5. Samtykt varð at góðtaka makaskiftið millum matr. nr. 48a og 75c sambært treytað makaskiftisskeyti grein 5.
    Meðan hetta mál varð viðgjørt og avgreitt var Eyolf Bech ikki við á fundinum.

  6. Samtykt varð at keypa ognina matr. nr. 48b.
    Meðan hetta mál varð viðgjørt og avgreitt var Eyolf Bech ikki við á fundinum.

  7. Samtykt varð at gera nýggjan kirkjugarð á matr. nr. 48a. Eli Frederiksen var ímóti hesari samtykt, at ætlaði kirkjugarðurin verður fluttur.

  8. Samtykt varð at gera hesar broytingar í byggisamtyktini fyri Porkeris kommunu:

  1. Matr. nr. 166 verður lagt út til veg.

  2. Miðstaðarøkið millum Skiparaveg og Stórá verður lagt út til sethúsaøki við møguleikum fyri mistaðarfunktiónum undantikið matr. nr. 94b. Haraftrat verður partur av matr. nr. 120a, 119c og alt matr. nr. 119d bústaðarøki.

  3. Inni í Bø: Matr. nr. 13a, 14, 15, 16, 29 og 2c verða løgd út til bústaðarøki.

  4. Í Eystrum og Skálanum: Niðari partur av matr. nr. 165a, 167, 168 og 169 verður broytt til bústaðarøki.
    Eyðolf Bech var ikki við undir viðgerðini og samtyktini av hesum máli.

  5. Við minnisvarðan: Vestari partur av matr. nr. 156a, eystari partur av matr. nr.70 og alt matr. nr. 171 var í uppskoti at broyta til bústaðarøki. Henda broyting varð ikki samtykt. Mikkjal Sørensen og Andreas Berg stemmaðu fyri, meðan Rannvá Albinus og Eli Frederiksen stemmaðu ímóti. Eli Frederiksen hevði hesa viðmerking:  Um ella tá bygt verður vestan fyri- og eystan fyri minnisvarðan, kemur hann at verða inniklemmaður millum hús. Hetta var ikki ætlanin, tá hann varð lagdur á hesum staði.
    Eyðolf Bech var ikki við á fundinum, tá hetta mál var fyri og avgreitt.

  6. Vesturi á Trøð: Partur av matr. nr. 5a verður landbúnaðarjørð.

  7. Úti í Bø: Matr. nr. 75c verður niðari partur bústaðarøki, og ovari partur verður fríøki.

  8. Bakkafløtti: Matr. nr. 48a, 48b og 49b verða kirkjugarður.
    Eli Frederiksen var ímóti at broyta bygdarplanin viðvíkjandi flyting av ætlaða kirkjugarðinum úti í Bø við hesum grundgevingum:

1.       Bygdarplanurin varð einmælt samtyktur í sínari tíð.

2.       Einki mótmæli kom til plaseringina av nýggja kirkjugarðinum.

3.       Tað er ikki beint í árinum 2010 at leggja kirkjugarð í bygdum øki.

4.       Høvuðsvegurin til bygdina kemur at ganga mitt ígjøgnum kirkjugarðin


Porkeris Bygdarráð

 

 

 
 
   

Porkeris kommuna tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo