|

|
|

Porkeris Kommuna
við Á 8
Fo-950 Porkeri
Tlf: 37 36
03 Fax: 37 46 03
E-mail:
porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á
bygdarráðsfundi týsdagin
31. mei 2011.
Til
henda bygdarráðsfund vóru møttir: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Eyðolf
Bech, Rannvá Albinus
og Eli Frederiksen.
-
Borgarstjórin
gjøgnumgekk roknskapin hjá Porkeris kommunu fyri árið 2010, og
javnvigar hann við 14.942.092 krónum.
Fíggjarstøðan 31. desember 2010 javnvigar við 7.479.959 krónum.
Síðan gjøgnumgekk borgarstjórin Grannskoðanarprotokollatið frá
12. mai 2011 fyri roknskaparárið 2010 hjá Porkeris kommunu.
Roknskapurin og Grannskoðanarprotokollatið hjá Porkeris kommunu
fyri roknskaparárið 2010 vórðu einmælt góðkend av
bygdarráðslimunum og undirskrivað.
-
Roknskapurin
fyri 1. kvartal 2011 hjá Porkeris kommunu var gjøgnumgingin, og vórðu
ongar viðmerkingar gjørdar.
-
Semja
varð um at hava fund við Bodil- og Eliesar Finnsson, um hvørjar ætlanir
teirra eru við hesari umsókn, og síðan verður vent aftur til
bygdarráðið við hesum máli.
-
Samtykt
varð at stuðla Kvinnuhúsið-Kreppumiðstøðina við 2.000 krónum.
-
Samtykt
varð at keypa eina lásaskipan til almenna WC í ”Húsinum við Á”.
-
Samtykt
varð at stuðla tiltakið hjá bóltfelagnum TB/Royn”Summer Camp
2011” við 1.000 krónum.
-
Samtykt
varð at stuðla dreingjaliðið hjá FC-Suðuroy til uttanlansferð nú
í summar við 3.000 krónum.
Meðan hetta mál varð viðgjørt, var Mikkjal Sørensen ikki við á
fundinum.
Bókin upplisin og góðkend
Porkeris Bygdarráð
|
|