Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir gjørdar á bygdarráðsfundi mánadagin 12. mei 2014.   Á hesum bygdarráðsfundi vóru møtt: Mikkjal Sørensen, Sveinur Bech, Andreas Berg, Eyðolf Bech og Rannvá Albinus. Hesin bygdarráðsfundur skuldi av røttum verða 5. mai 2014, men varð útsettur. 1. Samtykt varð við aðru viðgerð at góðtaka broytingarnar í ”Kommunustýris- og Fundarskipanini” hjá Porkeris kommunu. 2. Við fyrstu viðgerð varð samtykt at góðtaka flytingarnar millum konti í fíggjarætlanini fyri árið 2014 3. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá SH-Bygg uppá gerð av gongubrúgv ljóðandi uppá 42.850 krónur uttan MVG. Meðan hetta mál var fyri, var Sveinur Bech ikki við á fundinum. 4. Samtykt varð at taka av tilboðnum oppá kloakkarbeiði o. a. frá Sp/f - BKE ljóðandi uppá 52.098 krónur uttan MVG. 5. Samtykt varð at góðtaka, at takið á Heilsumiðstøðini verður skift, og at parturin av kostnaðinum hjá Porkeris kommunu verður 54.000 krónur. 6. Samtykt varð at keypa ognina matr. nr. 48 í Porkeri við ábygdum bygningi fyri 250.000 krónur. Meðan henda umsókn var fyri, var Rannvá Albinus ikki við á fundinum. 7. Samtykt varð at geva loyvi til Volu – Ventis Aps at seta eina vindmyllu upp á matr. nr. 149b, men fyrst skulu øll neyðug loyvi vera fingin til vega, har víst verður til reglugerðina hjá kommununi um uppseting av vindmyllum til húsbrúks. 8. Samtykt varð at hava verkætlanina " Ung í Arbeiði 2014 ". 9. Samtykt varð at stuðla umsóknina frá FC-Suðuroy við 1.000 krónum. 10. Samtykt varð at stuðla umsóknina frá " Lítla Dímun" við 1.000 krónum. Meðan henda umsókn var til viðgerðar, var Mikkjal Sørensen ikki við á fundinum. 11. Samtykt varð ikki at stuðla umsóknina frá Kvinnuhúsinum. 12. Samtykt varð ikki at stuðla umsóknina frá Suðuroyar S. Bjargingarfelag. 13. Skotið varð upp at velja hesar limir í staðarnavnanevndina: Torleif Bech, Hilmar Bech, Mortan D. Holm, Magnar Holm Daniel Veihe, Torgir Strøm, Zacharias Bech (e) og Lars Djurhuus. Sum skrivarar: Mannbjørn Olsen og Súsannu Krosslá. Umboðandi Porkeris kommunu: Mikkjal Sørensen og Eyðolf Bech Bókin upplisin og góðkend. Porkeris Bygdarráð