Porkeris kommuna
Porkeris kommuna Við Á 8     tlf: 37 36 03  fax: 37 46 03   t.post: porkeri@porkeri.fo
Samtyktir frá bygdarráðsfundinum mánadagin 6. mai 2019 kl. 18.00   Møtt til hendan fundin vóru: Mikkjal Sørensen, Andreas Berg, Sveinur Bech, Joan Vejhe og Emily Poulsen. 1. Samtykt er at gera kloakkskipanina klára. Loyvi verður givið at gera veg til matr.nr. 142a. Eisini verður loyvið givið til niðurtøku av húsatoft á matr.nr. 142a. 2. Samtykt er at arbeiða víðari við ætlanum um nýtt spælipláss. 3. Samtykt er við 2. viðgerð at flyta kr. 60.000,- frá konto 147900 til rakstrarstað 150. 4. Samtykt er at taka undir við ískoyti til sáttmála um skúlabarnaflutning fram til 30. apríl 2020. 5. Samtykt er at stuðla Eldrahugnanum. 6. Samtykt er at taka undir við Strandarudding 2019 og samskipa við útivikuna. Kunnað bleiv um brunatrappur til Húsið við Á. Kunnað bleiv um útivikuna 2019. Kunnað bleiv um ung í arbeiða 2019. Kunnað bleiv um skriv, sum er komið til hoyringar, viðv. kunngerð um sigling við førum, ið taka upp til 12 ferðafólk. Kunnað bleiv um skattainntøkur fyri apríl: kr. 922.185 Porkeris Bygdarráð.